Minst 11 arbeiðsmenn doyðu, tá tvær spreingingar vóru í einum kolanámi nærhendis russiska býnum Mesjduretjensk í gjárkvøldið. 312 arbeiðsmenn vóru í náminum, men tað eydnaðist at bjarga teimum flestu upp í øllum góðum. Men 64 arbeiðsmenn og 20 bjargingarmenn eru framvegis har nioðri.
Russisku myndugleikarnir siga, at bjargingararbeiðið er steðgað fyribils, tí vandi er fyri fleiri spreingingum. Ímeðan verður roynt at pumpa luft niður til teir innistongdu menninar
Guvernørurin í landspartinum sigur við tíðindastovuna Itar-Tass, at bjargingararbeiðið verður tikið uppaftur, so skjótt tað er ráðiligt at senda fólk niður í námið at hjálpa teimum innistongdu.