84 ára gamal hevur knívin á barkanum

Hondbóltur menn: Í kvøld hevur H71 møguleika at vinna sjeynda FM heitið í søgu felagsins

Fjórða FM finalan í manshondbólti verður í kvøld. Fyrsta bríksl í Hoyvíkshøllini verður klokkan 19.30, og H71 fær vitjan av VÍF. H71 hevur vunnið tvær finalur, og VÍF hevur vunnið eina finalu. Tað verður spælt best av fimm finalum, og tí verður H71 FM vinnari, um tað eydnast heimaliðnum at vinna í kvøld.

 

Hjá vestmenningum er tað neyðugt at vinna í kvøld, um talan skal vera um fimtu og avgerandi finaluna. VÍF varð stovnað 17. mai í 1939 ella í dag fyri 84 ár síðani, og tað hevði verið vorðið sum føðingardagsgáva, VÍF spælararnir høvdu givið felagnum, um tað eydnaðist at vinna í kvøld og harvið at tryggja avgerandi finalu seinnapartin leygardagin í Vestmanna, har tað um vikuskiftið verður bátafestivalur.

 

Soleiðis sum gongdin hevur verið higartil, so er H71 favorittur at vinna í kvøld. VÍF vann fyrstu finaluna, sum var í Vestmanna, og síðani hevur H71 vunnið bæði í Hoyvík og í Vestmanna. Tølini siga, at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur sæð illa út hjá vestmenningum í fyrra hálvleiki. H71 hevur lagt væl bragdligari fyri og vunnið so greiða leiðslu, at mótbrekkan hjá VÍF hevur verið ov tung at vinna á.

 

H71 vann greipuna í fjør, og H71 vann fyrr í ár steypafinaluna. Kvinnuliðið hjá H71 hevur í ár vunnið bæði FM og steypakappingina. Harvið er tað møguleiki fyri, at H71 í kvøld kann tryggja sær greipuna í bæði kvinnuhondbólti og manshondbólti. So væl hevur tað ongantíð áður vignast hjá H71.

 

VÍF vann síðsta FM heitið í 2021.

 

 

 

Finalurnar

 

6. mai

 

VÍF – H71 30 – 26 (14 – 11)

 

10. mai

 

H71 – VÍF 28 – 21 (13 – 8)

 

13. mai

 

VÍF – H71 28 – 31 (7 – 14)

 

17. mai

 

H71 – VÍF

 

Møgulig 5. finala

 

 20. mai

 

VÍF – H71