83 ára gamal føldi upp á abbadótrina

Føroya Rættur dømdi fríggjadagin ein nú 83 ára gamlan mann fyri at hava verið ónærisligur móti eini abbadóttir síni. Maðurin fekk tveir mánaðir treytaða fongsulsrevsing.

Fríggjadagin var eitt mál fyri í Føroya Rætti, har ein abbi var ákærdur fyri at hava verið ónærisligur móti einari av abbadóttrum sínum.
Misbrotini eru farin fram í tíðarskeiðinum 2004 til 2008, tá gentan hevur verið millum 11 og 15 ár.
Meginparturin av ákærunum myndaðu seg í, at maðurin hevur følt gentuna á bringuna, umframt aðrar ákærur. Hesum noktaði maðurin ikki fyri, men segði, at hetta var hent í sabandi við, at hann hevði róst abbadóttrini fyri at hava eina vakra bringu, og at hon átti at verið modell.
Maðurin greiddi frá, at hendan abbadótturin var meira kelin enn hini abbabørnini, og mussaði og klemmaði meira.
Forholdið við abbabørnini sum heild vóru góð og tað var forholdið til mammu hesa abbadóttrina eisini. Maðurin játtaði eisini, at hann hevur nomið við bróstini á verdóttrini eisini, og at hetta eisini var gjørt í »besta forstáilsi«.
Sama var við abbadóttrini, sum hann fleri ferðir hevði klappa á bringuna og í endan. Men hetta var altíð tikið við einum smíli, vildi maðurin vera við.
Maðurin segði seg tí gerast ovfarnan, tá sonurin konfronteraði hann við ákærunum um siðamisbrot móti abbadóttrini.

Hurðarnar afturlætnar
Maðurin segði, at alt hetta er íkomið eftir at abbadótturin hevði havt eina temaviku um kynsligan ágang, og abbin spekuleraði í, um onkrar av vinkonunum í skúlanum høvdu verið úti fyri kynsligum ágangi, og at hetta hevði sett okkurt í gongd hjá gentuni.
Hetta málið skuldi verið fyri í heyst í Føroya Rætti, men áverandi verjin hjá manninum »flippaði út«, tá hann ikki fekk viðhald í, at málið skuldi roynast fyri afturlætnum hurðum, og segði seg ikki vilja verja mannin, vórðu hurðarnar ikki afturlætnar.
Hann skjeyt eisini avgerðina hjá dómaranum um opnar hurðar inn fyri landsrættin, men landsrætturin gav dómaranum rætt. Kortini noktaði dómarin ikki fyri, at hurðarnar vórðu afturlætnar, tá gentan gav sína vitnisfrágreiðing.
Hendan vitnisfrágreiðing var so mikið sannførandi, at dómarin valdi at døma 83 ára gamla mannin í tveir mánaðar treytaða fongsulsrevsing.