83 klagur í 2018

Sambært ársfrágreiðingini hjá Løgtingsins umboðsmanni, komu 83 klagur inn í 2018.

Í gjár varð ársfrágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2018 handað Løgtinginum, sum staðfesti, at umboðsmaðurin fekk 83 klagur í 2018, umframt, at avgreiða fýra klagur, sum vóru innkomnar undanfarin ár uttan at vera avgreidd, boðar heimasíðan hjá umboðsmanninum frá.

Av avgreiddu klagunum, endaðu 11 við áliti, 43 við aðrari viðgerð enn áliti, meðan 14 klagur vórðu afturvístar.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.