Fiskifloti
Sambært greiningini av fiskiskipaflotanum, sum grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hava gjørt síðan 2003, er talið av fiskiskipum, sum við eru, minkað við tilsamans átta skipum.
Hetta tal sigur sum so einki og merkir heldur ikki, at hetta er ein ábending um minkandi veiðiorku.
Í 2003 var samlaða talið av skipum 91, í 2004 86, í 2005 85, í 2006 82 og í 2007 er talið so 83 – ella átta færri enn í 2003.
Felagið sigur, at nøkur skip, sum annars høvdu verið við í greiningini, eru ikki við, tí tey antin ikki hava latið inn roknskap – ella eru løgd í 2007.
Ísfiskatrolararnir Polarhav og Stjørnan eru heldur ikki við, tí feløgini, sum eiga tey skipini, eru skipað sum kommanditfeløg.
Eydna, fyrrverandi Vesturvarði, er ikki við, tí eingin roknskapur fyrilá, og síðan er Carlton, sum nú ikki er longur í okkara fiskiskipaflota, heldur ikki við.
Aftrat hesum er Varðborg, ið er seld til gágguveiði, ikki við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe.