8210 rappað fyri seinastu ferð

Tær frísku ungu damurnar úr bólkinum 8210 framførdu fyri seinastu ferð í X-Factor í kvøld. Síðani tær fyrstu ferð vóru at síggja á X-Factor audition skíggjanum, hava tær verið nógv umrøddar, og nógvar hava meiningarnar verið um hesar ungu rappara genturnar úr Århus.

 

Men í kvøld fall hamarin, og tær noyddust at siga farvæl til X-Factor. Hóast tær ferð eftir ferð megnaðu at sigla gjøgnum tey ringast skerini, so eydnaðist tað ikki gentunum í kvøld.

 

Soulschok var í einari rættiliga stórari tvístøðu, tá ið báðir bólkarnir hjá honum endaðu í vandabólkinum.

 

Tað var nevniliga Firefly og 8210, og Soulschok valdi at senda 8210 heim, og lata genturnar úr Firefly royna seg enn einaferð.