82 ára gomul hjún vunnu bil

Tey vóru við til at stovna Dansifrøi í 1972 og hava verið limir í felagnum øll árini síðan. Nú í heyst, tá felagið skipaði fyri lutaseðlasølu, vunnu tey høvuðsvinningin, sum er ein snøggur Ford Fiesta bilur fyri 170.000 krónur. – Vit keyptu ikki lutaseðlarnar fyri at vinna bilin, men fyri at stuðla felagnum, siga hjúnini Begga og John Justinussen

Vinnarar

 

Seinasti mánadagur var ein serligur dagurin í lívinum hjá 82 ára gomlu hjúnunum, John og Bergtóru (Beggu) Justinussen í Havn. Tá handaði formaðurin í Dansifrøi, Erling Jørgensen, teimum spildurnýggja og snøgga Ford Fiesta bilin, sum tey fyrr í heyst vunnu við lutaseðli, ið felagið hevur selt.

Handanin fór fram úti á bilasøluni hjá P/F Wensel í Akranesgøtu í Havn.

 

Góðir stuðlar

Eitt er, at tað eru eini 82 ára gomul hjún, sum vunnu høvuðsvinningin og nýggja bilin. Annað er, at tey eisini vóru við til at stovna Dansifrøi hin 28. januar í 1972.

Øll árini hava tey verið limir í felagnum og hava rindað fult limagjald fram til dagin í dag.

Erling Jørgensen segði, at tá felagið nú fór undir lutaseðlasølu, heittu tey á limir um at hjálpa til við søluni, og soleiðis fingu Begga og John eisini eitt bunti á 50 seðlar at selja – ella 25 seðlar í part.

- Seðlarnir, sum vit høvdu fingið at selja, lógu í eini skuffu, men sum dagarnir gingu, og tíðin nærkaðist, til drátturun skuldi verða, hildu vit, at vit vóru ov gomul at fara út at selja. Fólk mangla altíð pening, og vit gjørdu tí av bara at keypa allar seðlarnar sjálvi. Á henda hátt stuðlaðu vit eisini Dansifrøði, sum vit hava gjørt øll árini síðan stovnan. Vit ætla at vera limir í Dansifrøi, so leingi vit orka at ganga.

Begga Justinussen sigur, at tá tey keyptu allar seðlarnar, var tað ikki við tí fyri eyga at vinna nakran bil.

- Vit vildu gjarna stuðla, og tí keyptu vit bara alt buntið. Vit hugsaðu slett ikki um at vinna bilin, men vit høvdu verið glað, um vit kanska vunnu onkran av hinum vinningunum.

Hon sigur, at tá lutaseðlarnir vórðu trektir, ringdi sonurin og segði, at ein av seðlunum, sum vit høvdu fingið at selja, hevði vunnið.

 

Ovfarin og glað

- Eg segði, at vit høvdu ongar seðlar selt, og at allir lógu í eini skuffu. Vit høvdu keypt allar seðlarnar sjálvi. Jamen, so hava tit vunnið bilin, legði hann aftrat. Vit vóru sjálvsagt ovfarin og glað, sigur Begga og leggur aftrat, at tað var hin seinasti seðilin í buntinum – seðil nummar 05500 – sum vann bilin.

Ford Fiesta bilurin hevur eitt virði av 170.000 krónum.

Lutakastið fór fram á Dómaraskrivstovuni í Havn.

Formaðurin í Dansifrøi, Erling Jørgensen, helt á løtuni úti í Akranesgøtu, at Begga og John vóru virðiligir vinnarar av høvuðsvinninginum.

Hann segði, at Dansifrøi prentaði 10.000 lutaseðlar, men at tað ikki hevði eydnast felagnum at selja teir allar.

 

John koyrir

Tað verður ikki Begga, sum kemur at koyra nýggja bilin við nummarspjaldrinum TN 189, tí hon hevur ongantíð havt koyrikort.

- Tað var ikki vanligt í mínari tíð, at konufólk tóku koyrikort, men børnini hjá okkum tóku koyrikortið so hvørt, sum tey høvdu aldur til tað. Tá børnini, sum vóru tøtt, hvørt eftir øðrum tóku koyrikortið, tá tey komu til tann aldurin, er tað ein spurningur, nær mamman skuldi tikið tað.

Hon sigur, at tað annars vóru ógvuliga fá konufólk, sum koyrdu bil um tað mundið, tá hon hevði aldur til at taka koyrikort.

- Hetta var ikki móti tá, men stutt eftir tóku eisini fleiri konufólk koyrikort, leggur hon aftrat.

John Justinussen hevur hinvegin havt koyrikort síðan 1948.

Hin nú 82 ára gamli ber seg sera væl, og tað ger Begga so sanniliga eisini. John koyrir framvegis bil, og verður heilsan hin sama, koyrir John saktans í fleiri ár aftrat.

- Vit hava ein góðan bil – ein Zuzuki SX4, og nú mugu vit fara at tosa um, hvussu vit skulu gera. Vit fara neyvan av hava tveir bilar og mugu tí hugsa okkum gjølliga um, hvønn bil vit skulu selja, sigur hann.

 

Kend býarmynd

John Justinussen er ein kend býarmynd í Havn gjøgnum mong ár sum arbeiðsformaður hjá Tórshavnar kommunu.

- Í byrjanini koyrdi eg arbeiðsbil hjá kommununi, men fekk mær so seinni privatbil. Arbeiðsbilin fekk eg, tá eg gjørdist formaður uppi í Grótbrotinum. Tá fingu vit eisini bil at koyra arbeiðsfólkið við.

Hann sigur, at teir koyrdu til arbeiðis av Vaglinum í Havn klokkan 8 um morgunin. Síðan koyrdi hann arbeiðsfólkið omanaftur til døgurða klokkan 12 og niðanaftur klokkan 13. Tá so arbeiðsdagurin var liðugur klokkan 17, koyrdi hann arbeiðsfólkið omanaftur í býin.

- Hjá kommununi var tað soleiðis, at var arbeiði uttanfyri býin, bleiv arbeiðsfólkið altíð koyrt, tí tað gjørdist ov langt at ganga.

 

Trúgv tænasta

John gjørdist arbeiðsformaður í Grótbrotinum hjá Tórshavnar kommunu í 1951.

- Eg starvaðist har sum arbeiðsformaður til 1970, tá eg kom oman í býin at loysa av formannin, Henning Jacobsen, av, sigur hann.

Øll árini fram til 1993, tá John fór frá sum 67 ára

gamal, var hann arbeiðsformaður í býnum hjá Tórshavnar kommunu.