82 føroyingar bjargaðu Ellemann-Jensen

- Høvdu 82 fólk í Føroyum atkvøtt øðrvísi, hevði eg blivið forsætisráðharri, og so hevði eg ikki verið á lívi í dag, sigur fyrrverandi politikarin Uffe Ellemann-Jensen. Í 1998 var Uffe Elleman-Jensen sera nær við at gerast danskur forsætisráðharri, men millum annað eitt óvæntað úrslit í Føroyum gjørdi, at hann tapti tepurt til blokkin hjá Poul Nyrup Rasmussen, sum kundi halda fram sum forsætisráðharri.

Uffe Ellemann-Jensen takkaði eftir hetta fyri seg í politikki, og nú viðgongur hann, at hann neyvan hevði yvirlivað sum forsætisráðharri.

- Høvdu 82 fólk í Føroyum atkvøtt øðrvísi, hevði eg blivið forsætisráðharri, og so hevði eg ikki verið á lívi í dag, sigur Uffe Ellemann-Jensen við blaðið Euroman.

- Nøkur ár eftir, at eg gavst í politikki, fekk eg hjartatrupulleikar, og nú gangi eg runt við einum pacemaker. Eg hevði ikki yvirlivað at blivið forsætisráðharri, so familjan heldur, at tað var gott, at eg tapti valið, sigur hann.