Tropiska ódnin Bopha, sum hevur herjað Filipsoyggjarnar tað seinasta samdøgrið, hevur kravt í minsta lagi 82 mannalív.
Myndugleikarnir siga, at bygdin New Bataan er serliga meint rakt. Har doyðu minst 49 fólk, tá ein skriða leyp oman yvir húsini. Í landspartinum Davan Oriental eru 32 fólk deyð.
Veðurstovan í Manila sigur, at Bopha er tann ringasta ódnin, sum hevur verið í Filipsoyggjunum í ár. Tað hevur regnað av grimd, og vindferðin hevur verið upp í 210 kilometrar um tíman.
Hetta er onnur náttúruvanlukkan í Filipsoyggjunum ta seinastu tíðina. Í september var vatnflóð, sum kravdi næstan 100 mannalív.