Tað gongur skjótt framá at bora fyri Eysturoyartunnlinum.
Seinasta dagføringin hjá felagnum vísir, at í seinastu viku blivu 48 metrar boraðir á Strondum og har eru nú tilsamans 558 metrar boraðir. Á Hvítanesi blivu 29 metrar sprongdir og har eru nú tilsamans 261 metrar boraðir. Tískil eru tilsamans 819 metrar boraðir.
Tað verða góðir 100 metrar boraður í miðal boraðir um vikuna.
Eysturoyartunnilin skal eftir ætlan verða liðugur í 2020. Longdin á høvuðstunlinum verður 11.2 kilometrar.









