818 milliónir útgoldnar í lønum í oktober

Tølini vísa aftur hesa ferð, at tað er stórur munur á lønargjaldingunum millum menn og kvinnur

Í oktober vórðu 818.309 milliónir útgoldnar í lønum í Føroyum. Tað vísa nýggj tøl í Hagtalsgrunninum hjá Hagstovu Føroya. 

 

Tað er ein vøkstur samanborið við somu tíð í fjør, tá 775.437 milliónir vórðu útgoldnar í løn. Í síðsta mánað, september, var talið 764.997 milliónir. 

 

Tølini vísa aftur hesa ferð, at tað er stórur munur á lønargjaldingunum millum mannfólk og konufólk. Av hesum 818 milliónunum í oktober tjentu menninir um 514 milliónir, meðan kvinnurnar tjentu um 305 milliónir. 

 

Tað sæst, at størsta løntakaraøki í oktober var Suðurstreymoyar øki, har 328 milliónir vórðu útgoldnar. Talið í Eysturoyar øki var 183 milliónir, meðan Norðoya øki var 97 milliónir.

 

Hagstovan hevur deilt løntakararnar upp í fyra høvuðsvinnugreinabólkar. Her sæst ein minking í fiskivinnugreinabólkinum, meðan ein vøkstur sæst í byggivinnuni og almennu og privatu tænastuni. Mest varð útgoldið í almennu tænastunum (263 mió), meðan tað privata er á einum øðrum plássi við 256 milliónum.

 

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.