81 ára gamal rokast í sild

Líkt er til, at nógv sild á Skálafjørðinum í løtuni.

Á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum er fitt søga um hin 81 ára gamla, Jógvan Ingvard Olsen á Toftum, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismann, sum saman við abbasoninum í skýmingini í gjárkvøldið setti tvey sildagørn út fyri Tofta bygd.

Í lýsingini í morgun fóru teir at draga gørnini, og nógv var í. Jógvan Ingvard Olsen metti, at veiðan var um 1000 pund av góðari sild.

- Tikið verður burturúr í bátahylinum á Toftum, og høvdu abbin og abbasonurin góða hjálp frá Anfinni Olsen.

Jógvan Ingvard Olsen leggur aftrat, at onkuntíð hevur nógv sild verið á Skálafjørðinum.

- Tá Nykur læt upp í 1969, var ein triðingur av tí, sum tikið bleiv ímóti, sild av Skálafjørðinum - ella umleið 500 tons, sigur hin 81 ára gamli við heimasíðuna hjá Fiskiveiðieftirlitinum.

Myndin av bátinum hjá Jógvan Ingvardi Olsen er av heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum.