81 nýggir tilburðir við koronu í gjár

Í løtuni eru 634 fólk smittað við koronu í Føroyum.

 

Nýggjastu tølini hjá heilsumyndugleikunum vísa, at tilsamans 81 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár.

 

Seinasta samdøgrið vórðu 3484 koronu-kanningar gjørdar.

 

Sambært heilsumyndugleikunum eru 26 fólk vorðin frísk aftur síðan í gjár.

 

Tað merkir, veit korona.fo at siga, at í løtuni eru 634 fólk smittað í Føroyum.

 

Í løtuni liggja fýra fólk á sjúkrahúsi við koronu, og 688 eru í sóttarhaldi.