»80’ini umaftur« tíggjunda árið á rað

Í kvøld klokkan 23 verður stóra tiltakið »80’ini umaftur« í Hoyvíkshøllini

 

So verður tað aftur í kvøld, at møguleikin er at enduruppliva 80 í Hoyvíkshøllini í Hoyvík

 

Hetta er tíggjundu ferð, at skipað verður fyri hesum dansitiltaki, ið hvørja ferð hevur savnað eina rúgvu av fólki, ið vilja minnast góðar dagar og tí leita sær til »80’ini umaftur«. 

Enn sum áður eru tað Showmenn, ið standa fyri livandi tónleikinum saman við gestatónleikarum, og tá ið teir av og á fáa brúk fyri einum stuttum steðgi tekur plátuvendarin, Niels Jensen, við, so vit ikki detta úr 80’unum ta løtuna heldur, sum tey siga í H71…

– Fá atgongumerki eru eftir, so tað er at skunda sær at fáa sær fatur á einum, tí tá ið tað er útselt, so er tað eisini útselt! 

Seinast vit frættu vóru bara nøkur fá atgongumerki eftir, og tey kunnu keypast á atgongumerki.fo HER, og tey seinastu verða seld við dyrnar.

Hetta sum sagt tíggjundu ferð, og tey flestu siga, at tað verður betri og betri hvørja ferð.

Tiltakið hevur verið ein brakandi suksé hvørja ferð, og nú eftir koronuórógvið vænta tey í Hoyvík, at alt verður sum áður.

Hugskotið um at fara aftur í 80'ini er uttan iva tað sama sum hjá Neistanum á sinni, sum seinast í áttatiárunum fór undir vælumtókta afturhvarv-tiltakið aftur í 60'ini. Í 60'unum var sermerktur tónleikur við sermerktari ungdóms- og tónleikamentan. Tað sama kann av sonnum sigast um 80'ini, og tí er eitt tílíkt tiltak kærkomið sum afturhvarvið aftur í 80'ini.

Ungdómsmentanin er nógv broytt síðani 80'ini, tá barrin var bagasjurúmið – áðrenn vit í 1992 fingu skeinksistøð, skeinkiloyvi og rúsdrekkasølu. Tí eitur barrin í Hoyvíkshøllini í eisini »Bagasjurúmið« – og væntandi fara tey aftur hesaferð at klippa ein gamlan bil sundur og hava bagasjurúmið í barrini.

Tað var kanska serliga ungdómur á bygd, sum hevði barrina í bagasjurúminum. Í 80'unum var hópin av dansistøðum uttan fyri Havnina, og koyrdu nógv ung millum bygdir til dans um vikuskiftini. Øðrvísi er í dag. Skeinkistøðini í Havn eru í dag fleiri, enn dansistøðini vóru í áttatiárunum. Men á bygd er mentanin við eyðkenda náttarlívinum horvin – og dansur á smáplássum er eitt sjáldsamt fyribrigdi.

Men í kvøld verður 80'aratónleikur fyri fullum útblástri í Hoyvíkshøllini, tá gomlu gubbarnir ur Showmonnum rættiliga fara at svinga seg saman við kendum góðum plátuvendarum frá áttatiárunum.