80ara rokkur við Sign

22. jul 2006, 19:28
Íslendsku tónleikarirnir í Sign hava leitað sær íblástur frá teimum góðu, gomlu legendunum úr 80unum.

 
 
 Teir nýttu allar spælireglur sum hoyra 80unum til  teir vóru smurdir, sangarin sang í falsett og niðurløgini vóru fangandi.
Tað sum gjørdi framførsluna hjá Sign feita var, at teir gera tað sum elska  og teir gjørdu tað 100%. Teir livdu veruliga við framførsluni, og hetta smittaði á teir fáu áhoyrararnar, sum høvdu leitað sær á spæliplássi í Syðrugøtu at lurta eftir íslendskum 80ara rokki.