Landsstýrið setur 800.000 krónur av til at menna Føroyar sum ein tænastudepil
- Tað er gleðiligt at staðfesta, at ein stór vinna er sprottin burtur úr oljuvinnuni, hóast eingin olja er funnin enn, sigur Poul Michelsen. Hann vísir á, at maritima vinnan longu hevur stóran týdning í Føroyum í dag, men at møguleikarnir at menna hana eru nógvir.
Hann sigur tó, at tað almenna ikki kann taka stig til at menna Føroyar sum ein tænastudepil, men er til reiðar at leggja karmarnar rundan um til rættis.
Poul Michelsen sigur, at hann hevur onga liðna loysn, men at Vinnumálaráðið hevur sett seg í samband við Felagið Farmaskip, sum saman við Vinnumálaráðnum skal finna út av, hvat vit vilja við maritimu vinnuni, hvussu hon skal síggja út og so framvegis.
- Tað er ongastaðni betri at gera ein slíkan tænastudepil enn í Føroyum, har vit hava gott fólk og roynda vinnu. Nú skulu vit framleiða eina tænastu, ein depil, sum vit kunnu marknaðarføra, sigur Poul Michelsen