Stóri flóttafólkastreymurin frá Afrika og Miðeystri seinastu mánaðirnar, gjørdist skjótt tað størsta og mest átrokandi politiska málið í evropeiskum politikki.
Í so gott sum øll londum londum í okkara heimsparti eru spurningurin um hvussu londini skulu húsa hesum fólkum sett á breddan, men sambært nýggjastu útsagnunum frá flóttafólkastovninum hjá Sameindu Tjóða, UNCHR, so er núverandi flóttafólkastreymurin bara toppurin av ísfjallinum.
Við tíðindastovuna Ritzau, sigur Amin Awad, ið er flóttafólkøkisleiðari hjá UNCHR, at flóttafólkastreymurin ikki steðgar við bræði, men fer væntandi at økjast. Sum nú er, so koma umleið 8.000 flóttafólk um dagin til Evropa.