800 sitipláss undir taki við Margáir

- Alt arbeiðið við Margáir skal verða liðugt í hesum árinum, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen.

Tað er nógv gjørt við Margáir, har skjótt verður farið í gongd við timburarbeiðið í samband við nýggja bygningin, sum er reistur í framhaldi av verandi felagshúsi. Arbeitt hevur eisini verið við vegnum og parkeringsøkinum oman fyri fótbóltsvøllin, og her er asfaltterað, eins og arbeitt hevur verið við økinum kring vøllin annars.

 

Við allan vestara enda á fótbóltsvøllinum – upp ímóti høgættini - er bygdur ein stórur bakki við tilfari frá útgrevstri í sambandi við skúla-og hallarbygging á Oyrarbakka. Endamálið við bakkanum, sum er einar átta metrar høgur, er at verja fótbóltsvøllin og økið kring vøllin móti høgættarvindi og veðri.

 

Tað er eitt snøgt arbeiði, sum her er gjørt, og allur bakkin er klæddur við moldtilfari og er slættaður, soleiðis at hetta, tá summarið fer at stunda til, verður ein stórur grønur - og høgur - blettur í økinum.

 

Tað er ein tíð síðan, at Sunda kommuna fór í holt við at útbyggja ítróttarhúsið við Margáir, og her er nú tað stóra stoypiarbeiðið liðugt. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at hansara tanki hevur verið, at um hetta arbeiðið ikki verður gjørt liðugt nú, so verður tað kanska ongantíð.

 

- Tí vilja vit gjarna, at útbyggingin verður gjørd nú, tó at tað so eisini merkir, at fótbóltsdystirnir hjá EB/Streymi í hesum kappingarárinum ikki verða leiktir við Margáir. Vit hava valt at leingja verandi ítróttarhús við vøllin, og tá alt hetta verður liðugt, fer húsið við nýggjum áskoðaraplássum at fevna um einar 80 metrar í longd – ella umleið tveir triðingar av økinum - fram við niðaru síðu av vøllinum.

 

Borgarstjórin vísir á, at í nýggja partinum av húsinum, sum verður bygt í framhaldi av verandi ítróttarhúsi, verður eitt nú fitnessentur á 250 fermetrar, og her verða eisini nýggjar brúsur og wc knýtt at venjingarhølunum.

 

- Tá alt arbeiðið verður liðugt, verður felagshúsið at síggja sum ein bygningur í sama plani, og her verða nýggj sitipláss til áskoðarar – øll undir taki – og allan vegin fram við ovaru síðu á felagshúsinum, ætlandi 800 sitipláss tilsamans.

 

Heðin Zachariasen vísir á, at ætlanin er at planta trø á stóra vøllinum, eins og í vøllinum kring fótbóltsvøllin annars. Ítróttarøkið við Margáir fær eisini nýggjar ljósmastrar, og her verður farið eftir somu loysn, sum tey hava við fótbóltsvøllin í Runavík. Talan verður um fýra mastrar við níggju projektørum á hvørjari mastur.

 

- Tilboðini upp á timburarbeiðið og at gera ítróttarhúsið liðugt verða latin upp hin 25. mars, og tá greitt er, hvør kemur at gera hetta arbeiðið, verður farið undir at inniloka, klæða, leggja nýtt tak og byggja áskoðaraskýli við sitiplássum. Alt arbeiðið við Margáir skal verða liðugt í hesum árinum, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.