800 sethús á Høganesi

Á fundi á Svangaskarði í oktober mánaði í fjør var rættiliga stórur áhugi var fyri Høganesætlanini, sum Nes kommuna ætlar at seta í verk.

Á hesum fundinum luttóku Símun Johannesen, borgarstjóri, arkitektarnir Høgni T. Hansen og Anders Abraham og Bogi Jacobsen frá Munin. Her varð kunngjørd ein stór útstykkingarætlan hjá Nes kommunu.
Tað er økið kring Høganes og oman móti Løkinum, sum Nes kommuna ætlar at byggja sethús og íbúðarblokkar á.
Økið er 180.000 fermetrar til støddar, og ætlanin er at umleið 800 fólk skulu búgva í økinum, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.
Hetta økið hevur higartil ligið sum hagi, men tá prátið um tunnil millum Skálafjørðin og Havnina gjørdist veruleiki, var løtan komin til hesa sera áhugaverdu útstykking.

Fleiri fyrispurningar
Símin Johannesen vísti á fundinum m.a. á, at kommunan dagliga fær fyrispurningar um grundstykki.
- Síðani Høganesætlanin kom fram í fjølmiðlunum, eru fyrispurningarnir øktir munandi, greiddi hann frá.
Somuleiðis hevur tunnilsætlanin eisini økt um áhugan hjá fólki at fáa grundstykki í Nes kommunu.
Arkitektarnir, Høgni T. Hansen og Anders Abraham fingu til uppgávu at gera útstykkingina og fingu fríar hendur at skapa eitt íbúðarumhvørvi runt Høganes.
Einasta treyt var, at pláss skuldi vera fyri 800 fólkum og øðrum fasilitetum, ið hoyra einum øki til, har fólk skulu búgva, m.a. eitt hotel, skúli, ein ítróttarháskúli og svimjihøll.

Klárt í vár
Arkitektarnir vístu á, at tað var tann vakra náttúran, sum hevði hugtikið teir í teirra arbeiði.
Teir nevndu Toftavatn og umhvørvið runt vatnið, sum er eitt stórt opið og fjølbroytt landslag við óavmarkaðum møguleikum hjá fólki. Tað er innanfyri vatnið at ætlanin er at gera annan tunnilsmunnan í Skálafjarðartunlinum.
Sethúsini í økinum skulu venda ymiskt í landslagnum, og tað skulu ikki vera nakrar byggilinjur, og húsini skulu laga seg til lendið.
Á fundinum segði Símin Johannessen, at næsta stigið í hjá Nes kommunu verður at gera eina serliga byggisamtykt fyri Høganesøkið.
Síðani skal økið keypast, og tá verður klárt at seta spakan í hálvt ár seinni.