Fríggjadagin 9. mai verður ítróttardagur í Havn fyri skúlanæmingar kring landið. Tað er Fólkaheilsuráðið sum skipar fyri ítróttardegi fyri næmingunum í øllum sjeyndu flokkunum kring landið og tilsamans fara eini 800 næmingar at møtast í Havn.
Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri, at øll tey, sum eru fødd í 2000 skulu vera roykfrí. Tað eru tey, sum ganga í sjeynda flokk nú og Ólavur Jøkladal á fólkaheilsuráðnum, sigur, at hann væntar eisini, at tað er at kalla eingin av teimum, sum roykja. Endamálið er so at tey skulu ávirka tey yngru, so at tey heldur ikki fara at roykja. Men tað er eisini annað á skránni hendan dagin, enn bara ítróttur.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Ólav Jøkladal á Fólkaheilsuráðnum greiða frá.
|