Jákup Fróði Djurhuus
Tað skal øgiliga nógvur peningur til at reka samfelagið Føroyar.
Uppskot sambandsfloksins um at seta risaupphæddina uppá 800 mió kr í ein grunn til at hækka pensiónina við, vísir fremst av øllum, hvussu nógvur peningur í skal til at reka samfelagið, soleiðis at eisini tey gomlu fáa eitt lítið sindur betri umstøður.
Sjálvt um henda risaupphædd uppá 800 mió kr verður samtykt, so kemur tað í besta lagið at geva teimum stívliga 6000 pensionistunum ein 1000 kr seðil aftrat um mánaðin.
Landsstýrismaður Fólkafloksins sigur, at hesar 800 mió kr muna onki hjá pensionistunum, samstundis sum hann raðfestir yvirtøkuna av flogvøllinum og fólkaskúlanum framum pensionistarnar.
Um ikki annað, so sigur hetta nakað um, hvussu stutt samgongan er rokkin, tá talan er um at geva pensionistunum sømilig kor.
Omaná skal samgonngan lækka blokkin við einum 350 mió kr, og loysa frá Danmark, samstundis sum teir tosa um at byggja ferjur, undirsjóvartunlar og ellisheim, og bjóða oljukekkar út til Guð og hvønn mann eftir grindabýtinum.










