Sera nógv vatn rennur í kvøld frá gosinum í Eyjafjallajøkli, og vandin fyri vatnflóð fekk í kvøld íslendsku myndugleikarnar at flyta 800 fólk burtur úr økinum vestan fyri jøkulin.
Eisini í dag kom sera nógv vatn oman frá jøklinum, og talan var um eina veruliga flóðaldu. Sambært fjølmiðlunum er talan um uppaftur meiri vatn í kvøld, og fólk hjá tilbúgvingini siga, at fleiri ísfjøll koma oman við vatninum.
Tað nógva vatnið, sum kemur oman úr Eyjafjallajøkli, hevur longu gjørt stóran skaða, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at tað nógva vatnið, sum nú er á veg oman ímóti sjónum, kann gera uppaftur størri skaða.