800 fólk á móttøku í Vági

Eini 800 fólk vóru á møttøku á 100 ára degnum hjá VB sunnudagin

100 ára føðingardagur

Sunnudagin fylti eitt av gomlu ítróttarfeløgunum í landinum,Vágs Bóltfelag, 100 ár. Í hesum sambandi var skrúðgongu seinnapartin í fagrasta veðri frá Gamla Skúla og vestur á Eiðið.
Aftaná hevði VB almenn móttøku í ítróttarhøllini og har vóru eini 800 fólk samankomin at heiðra felagnum í eini prýðiliga pyntaðari íróttarhøll.
À móttøkuni fekk VB eisini fleiri gávur frá ymsum stuðlum.
Í sambandi við 100 ára dagin hava tey í VB gjørt eitt stórt arbeiði at savna saman myndir, sum hava við VB at gera og ein partur av hesum myndum, sum lýsa søguna hjá felagnum langt aftur í tíðina, hingu uppi í høllini.
Til føðingardagin hevur Vágs Bótlfelag eisini fingið vitjan úr Íslandi. Vágur og Sandgerði eru vinabýir og samstarvið og góða vinalagið ímillum VB og Reynir røkkur heilt aftur í fimtiárini og fyrr vitjaðu VB og bóltfelagið í Sandgerði, Reynir, javnan hvørt annað.
Seinastu árini hava vitjanirnar tó ikki verið so títtar sum fyrr, men hesa vikuni hava Reynir verið í Vági og vitja. Reynir spælir í triðbestu deildini í Íslandi og sunnudagin royndu teir seg ímóti VB. VB vann dystin 5-1
Sjálv 100 ára veitslan verður seinni í ár.