Talið á teimum sum hava verið á summarlegum í summar er vaksandi, verður sagt úr Heimamissiónini.
Í ár varð skipað fyri legum á trimum støðum - í Porkeri, Sørvági og sjálvandi eisini í leguhúsinum í Nesvík.
Seinastu árini hevur talið á børnum og ungum verið í minking, men í ár er tað vaksið aftur - upp í 800. Umframt hetta koma so serstakar legur fyri smábørn, ungdóm og familjuna.
- Vit kunnu við gleði líta aftur á nógvar góðar og signingarríkar dagar saman við glaðum børnum, staðfestir Marjan Nielsen, barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini.
Ein av væl umtóktu legunum, ið beinanvegin varð fullteknað, var ein ítróttarlega við heitinum "Sports&Games". Her var skipað fyri venjingum innan umiskum ítróttargreinar á høgum støði.