80 tons fyri eina miljón

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya góð 80 tons á uppboðssølu fyri eina góða miljón krónur. Sløk 20 tons vóru av toski. Miðalprísurin fyri tosk 3 og tosk 4, sum størstu nøgdirnar vóru av, var ávikavist 10,91 og 9,41 krónur fyri kilo.

Seks tons vóru av hýsu, og besti miðalprísurin var 9,81 krónur fyri kilo. Lægsti miðalprísur fyri hýsu í morgun var 5,59.

Eini 18 tons vóru av brosmu og 18 tons av longu. Besti miðalprísur fyri brosmu var 6 krónur - og fyri longu var besti miðalprísurin 11,47 krónur fyri kilo.

12 tons vórðu eisini av havtasku, har miðalprísurin lá millum 22,50 og 37,66 krónur fyri kilo.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var í morgun 13,43 krónur fyri kilo.