80 ára gomul og við barn

Tann 80 ára gamla pakistanska kvinnan Kurshid Bibi varð í skundi flutt á sjúkrahús nú ein dagin, tí hon hevði fingið so ilt í búkin. Men á sjúkrahúsainum staðfestu læknarnir, at hon var við barn, skrivar tíðindastovan Anarova.

Læknin Fatima Surraiy, sum eisini er talskvinna hjá Multan-sjúkrahúsinum, sigur við Anarova, at tann 80 ára gamla varð bæði ovfarin og illa við, tá hon fekk boðini frá læknunum. Eitt var, at boðini komu óvart á hana, men uppaftur verri var, at hon visti ikki, hvussu hon skuldi greiða børnunum og ommubørnunum frá, hvussu vorðið var, sigur læknin.

Kurshid Bibi og 85 ára gamli maður hennara, Ahmen Din, giftust í 1950. Árið eftir fingu tey tað fyrsta barnið, so her er langt ímillum tað elsta og tað yngsta.