80 ára gomul hevur summarjobb

- Summarjobbið á Geiranger er mín ungdómskelda, sigur hin 80 ára gamla, Solveig Eldheim, sum 28. árið á rað starvast í ferðavinnubygdini og tekur tøk á Geiranger Hotellinum.

Solveig sigur, at summararbeiði er hennara besti heilivágur móti gikt og øðrum sjúkum.

- Eg hevði slett ikki orkað hetta, um eg ikki stórtreivst við tí, eg geri, sigur hon við blaðið, Sunnmøringen.

Hin ungdommiliga 80 ára gamla, sum er úr Ørstra, nýtir hvørt sekund í sínum summararbeiði. Hvønn dag í átta tímar tekst hon við at hava salongir, dúkar og gardinur á Geiranger Hotellinum í lagi.

- Eg eri sum ein mamma og omma fyri øll hini, sum arbeiða her, men eg kenni hvønn morgun á mær, hvussu full eg eri av orku til dagsins uppgávur, sigur hon.

Áðrenn Solveig Eldheim fann ungdomskelduna í Geiranger, hevði hon handil í Ørsta.

Tá hon er liðug við summararbeiði á hotellinum, fer hon á cruise-ferð saman við nøkrum vinkonum, men hon lovar at verða aftur á hotellinum í Geiranger næsta summar.