80 ára gamal Rolls Royce á vitjan

Mikudagin frættu vit at ein 80 ára gamal Rolls Royce koyrdi runt í Havnini. Bilin funnu vit úti við Skipshandilin í Havnargøtu. Talan var um ein Silver Ghost frá 1923, sum hevur koyrt um ein stóran part av heiminum og var nú á veg til Íslands

Rolls Royce bilar hava altíð verið sjaldsamir í Føroyum. Ein RollsRoyce bleiv keyptur brúktur úr Onglandi undir krígnum og koyrdi í Havnini í nøkur ár. Seinni aftur, í 80-unum, kom ein hvítur Silver Shadow, sum Rasmus Magnussen í Hoyvík eigur í dag. Tað hendir tó av og á, at onkur Rolls Royce vitjar oyggjarnar. Við Norrønu mikudagin komu hjúnini Kate og Frederick E. Brown, sum búgva í býnum Plymouth í New Hampshire í USA, higar við einum RollsRoyce Silver Ghost frá 1923. Tey fóru víðari til Íslands mikukvøldið.
Hetta var ein rættuliga gamaldags bilur við stofftaki og stórum 33" egerhjólum við hvítum dekksíðum. Motorurin var ein 6. syl. við 12 tendriproppum. Hann gekk sum ein dreymur í røttum Rolls Royce stíli.
Rolls Royce eru kendir fyri at gera heimsins bestu bilar og flúgvaramotorar. Tað vóru bretarnir Charles Stewart Rolls (1877-1910) og Henry Royce (1863-1933), sum stovnaðu fyritøkuna Rolls Royce Ltd. í 1906. Í 1931 keypti Rolls Royce bretsku Bentley bilverksmiðjuna, og síðan 1950 hava teir verið stórt sæð somu bilar.
Men aftur til amerikansku hjúnini Kate og Frederick E. Brown sum hava koyrt við hesum bilinum um ein stóran part av heiminum. Á báðum síðunum á bilinum var eitt heimskort, sum vísti hvar tey hava kort. Síðan 1998 hava tey koyrt frá USA heilt til norðast í Alaska og gjøgnum Miðamerika til sunnast í Suðuramerika. Tey hava verið í Suðurafrika og í flestu londum í Evropa og heilt norðuri á Norðkapp. Nú komu tey so úr Norra til Føroyar og so viðari til Íslands. Á kortinum stendur "1923 Springfield Rolls Royce, 54.000 Miles and 38 Countries".