80 ára gamal á Mount Everest

Japanski fjallaklintrarin, 80 ára gamli Yuichiro Miura, megnaði í gjár at koma heilt upp á tindin á Mound Everest, og harvið bleiv hann higartil elsta menniskja, sum hevur vunnið á heimsins hægsta fjalli.

So skal enntá takast við, at Miura fýra ferðir er lagdur undir skurð fyri hjartað, og at hetta var hansara triðja ferð uppi á Mount Everest. Hinar báðar ferðirnar var hann ávikavist 75 og 70 ára gamal.

Alt bendir tó á, at met hansara ikki sleppur at standa leingi, tí í næstu viku fer 81 ára gamli nepalesarin, Min Bahadur Sherchan, ið átti gamla metið, at gera eina nýggja roynd at koma heilt upp á Mount Everest.