80 ára gamal ákærdur fyri kynsligan ágang

Danska ákæruvaldið hevur ákært ein 80 ára gamlan mann fyri at hava framt kynsligan ágang ímóti 11 børnum í norðurjyska býnum Brønderslev ígjøgnum 22 ár.

Málið kom undan kavi í desember í 2011, og tá blivu tann nú 80 ára gamli og tríggir aðrir menn settir í varðhald, skuldsettir fyri kynsligan ágang ímóti einari 10 ára gamlari gentu.

Løgreglan í Norðurjyllandi væntar, at málið kemur fyri í rættinum í Hjørring í heyst.