Tann stóra undirtøkan til fundin á Toftum vísti til fulnar, at tørvurin á urguleikarum í Føroyum er eitt mál, sum hevur áhuga bæði á Sandoynni, Suðuroynni, Havnini, Eysturoynni, Norðoyggjum, Vágum og aðrastaðni við.
Í nógvum kirkjum, serliga teimum stóru, stendur væl til við urguleikarum. Við nógvar av størru kirkjunum eru ofta upp í trý fólk, sum kunnu skiftast um at røkja hesa tænastuna - t.d. við Fríkrikskirkjuna á Toftum.
Aðrastaðni er munandi truplari. Í onkrari kirkju er bert ein einstakur urguleikari, sum í allari eyðmýkd hevur spælt so trúfast í mong ár, - og sum fer at spæla, so leingi viðkomandi orkar og heldur seg til. Orsøkin er hin einfalda, at eingin er taka yvir ella at skifta við.
Her er ofta talan um kvinnur og menn, sum eru komin væl upp í árini, men sum vilja halda fram í hesi tænastuni, nettupp tí at hetta er ein tænasta fyri kirkjunnar Harra og kirkjuna, sum tey eru góð við og vilja offra seg fyri, uttan at fáa løn ella samsýning aftur fyri.
Dømi er um eina kirkju í eini lílari føroyskari bygd, har ein einasti urguleikari situr og ger tað sum hann kann, hóast aldurin ikki júst talar fyri at hesin átti at havt hug ella orku at spælt longur, tá ein altso er farin væl upp um tey 80 árini! Eingin avloysari tykist vera, og spælir hesin tí við sama lag, halgidag eftir halgidag.
Onkur vil kanska halda, at tey sita rimmaføst á urgubeinkinum og vilja ikki loyva øðrum urguleikarum at sleppa framat. Hetta er kortini ikki rætt, tí sum ein luttakari á fundinum segði tað so rámandi: "Eg flyti meg í somu løtu, sum onkur annar vil taka við eftir meg!"
Flyta kirkjutíðina fyri urguleikaran
Aðrastaðni hevur ein funnið fram til heilt aðrar loysnir, við at fáa fólk úr øðrum bygdum ella býum at røkja hesa tænastuna við gudstænastuna. Eitt dømi um hetta er við kirkjuna í Hvannasundi, har annar urguleikarin kemur úr Klaksvík, tá hann eigur at spæla.
Og í norðaru helvt av Suðuroynni hevur ein lagt gudstænastutíðirnar soleiðis, at urguleikarin spælir við eina kirkju til vanliga kirkjutíð kl. 11, og síðani kann hann røkka til hina seinnu kirkjuna, hvørs gudstænasta byrjar kl. 12:30.
Uppaftur í øðrum kirkjum er eingin urga ella ein teldustýrd urga. Í Kirkjubøar kirkju finst eingin urga, so har verður sálmasangurin stýrdur av einum forsanga. Hetta sama ger seg eisini galdandi við aðrar kirkjur í landinum.
Teldustýrd urga
Við Gjáar kirkju var ein í teirri støðuni, at tá eingin urguleikari var, mátti ein finna fram til eina heilt aðra og meiri tøkniliga loysn.
Har hevur ein tí útvegað særeina teldu, hagar allir sálmarnir eru spældir inn, og har ein bert við at trýsta á knøttin "play", kann spæla allar sálmarnar í sálmabólkini til felagssangin. Øll aftursvarini undir gudstænastuni kunna somuleiðis fáast fram úr hesum tólinum.
Tá talan er um tænastuna sum urguleikari, so tosar ein ikki bert um ta vanligu gudstænastuna sunnudag. Her er eisini talan um allar gudstænasturnar í samband við tær stóru høgtíðirnar - jól, páskir og hvítusunnu ? kanska einar 70 um árið.
Umframt hetta er somuleiðis talan um urguspæl, tá kirkjufólkið savnast við gleði og sorg í mannalívinum: Tá barnadópur og giftarmál eru, men eisini tá jarðarferð er á skránni.
Hesar tænastu eru ójavnar frá einum staði til annað, men serliga við kirkjurnar í høvuðsstaðnum eru nógvar tænastur av slíkum slagi.
Stubbar aftrat:
Tann øvugta verð í Noregi
Í Føroyum hava nógvar kirkjur góðar og kostnaðarmiklar urgur, men hava samstundis trupult við at "manna" tær.
Ein luttakari á fundinum vísti til eitt dømi úr Noregi, har støðan als ikki kundi samanberast við hana her hjá okkum, tá ein kirkja skuldi útvega sær eina urgu. Talan var í roynd og vera um eina fullkomuliga øðrvísi hugsan.
Í hesum døminum mátti ein í longri tíð gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa røttu myndugleikar at skilja týdningin av at kirkjan mátti hava eina nýggja urgu. Men tá so urgan var komin í kirkjuna, var als eingin trupulleiki at fáa játtan til ein vælútbúnan urguleikara.
- Í Føroyum er tað næstan øvugt, segði hesin urguleikarin.
Lønt fólk og tómar kirkjur
Í samband við fundin fyri urguleikarar kom í farnu viku ein viðmerking við telduposti til redaktiónina á Sosialinum.
Her verður m.a. tosað um teir profesjonellu urguleikararnar sum ein spurning, ið avgjørt eigur at verða tikin upp í kirkjuni.
- Skulu vit gjalda nógvan pening fyri hesar væl útbúnu urguleikarnar í kirkjum okkara? Hvat við hinum kirkjutænarunum ? klokkara og dekni?, varð spurt.
Tað kann vera so lætt, bara at betala seg frá øllum, tá kirkjan bara kann álíkna meiri í kirkjuskatti frá fólki.
- Men tann stóri spurningurin er: Fáa vit eina betri kirkju burtur úr tí?
- Er ikki vandi fyri, at vit fáa danskar tilstandir í Føroyum: Løntar kirkjutænarar og tómar kirkjur?!
Við ella uttan tónleik
Tað finnast fleiri kirkjur í Føroyum har eingin urga finst. Her savnast fólk eins væl til gudstænastur og aðrastaðni, tí tey vilja koma saman við øðrum fyri at lurta eftir Guds orði og saman við hinum lovsyngja Gudi fyri tað hann er, og fyri tað, hann hevur gjørt fyri okkum.
Tað kann vera, at sálmasangurin gongur betri og lættari við urgu. Men tað ber eisini til at syngja uttan fylgispæl av nøkrum slagi.
Eitt dømi um hetta er á Toftum, har tey seinasta heyst skipaðu fyri stórum tiltaki, í samband við tann stóra dagin hjá tónasmiðinum Hans Jacob Højgaard. Hetta tiltakið umfataði eisini sang frá einum barnakóri, sum hesin tónasmiðurin í síni tíð skrivaði fleiri løg fyri.
Til tiltakið vórðu savnaðar ungar gentur saman at syngja hesar vælkendu barnasangirnar, ið eru skrivaðir til tríggjar røddir uttan fylgispæl. Spurningurin hjá kórleiðaranum var: Tíma hesar ungur genturnar at syngja hesar sangirnar, uttan nakran tónleik afturvið?!
Og tað tímdu tær sera væl. Kórleiðarin gjørdist nevniliga bilsin av gentunum, tí sum tær søgdu: "Uttan ljóðføri hoyra vit so væl hvørja aðra. Og tá er tað eisini stuttligari at syngja".
Sanggleðin má stimbrast heilt úr 1. flokki
Ein royndur urguleikari og tónasmiður var eisini við á fundinum.
Hansara sannføring var, at skal ein fáa líkinda sangarar í dag, so er neyðugt at skúlin longu í 1. flokki byrjar við góðari undirvísing í sangi. Byrjar ein fyrst, tá næmingarnir eru komnir í 6. flokk, er tað næstan ovseint.
Hann hevði roynt hetta við sangundirvísingini longu í 1. flokki í einum føroyskum skúla, og kundi staðfesta, at tað hevði givið úrslit.
- Tað var møtimikið, og tað tók sína tíð, men tað var stríðið vert, segði hann.
Nútíðar sálmar vanta
Eitt av málunum hjá Urguleikarafelagnum verður at skipa fyri einum skeiði fyri tey, ið hava hug at skriva nútíðar sálmar. Hetta skal eftir ætlan gerast í samstarvi við Prestafelagið og Rithøvundafelagið.










