- Eg geri tað, sum eg havi elskað alt lívið, og tað er at fiska, og hví skal eg ikki gera tað, hóast eg havi fylt 80 ár
Orðini eigur væl upplagdi og fryntligi toftamaðurin í Runavík, Jack Højgaard, og tað er sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum hevur vitjað mannin í útróðrarbátinum.
- Mær tørvar ikki at rógva út, men hví skal eg seta meg hendur í favn við hús, tá bæði hugur og orka enn er til at rúgva út? spyr Jack Højgaard, tá hann av og á verður spurdur, hví hann enn er til útróðrar.
Henda dagin, sjómanstrúboðarin hitti mannin, hevði hann verið og drigið nakrar gogguglúpar, sum stóðu í Álinum - ella í ein landsynning úr úr Eystnesi. Hann fekk sjey kurvar og var rímuliga væl nøgdur við tað.
Fyri góðari viku síðan var Jack Højgaard við glastrevjabáti sínum Hellufossi heilt úti móti Sandoyarbankanum og setti 25 stampar eftir longu.
- Hann fekk 1500 pund, sum hann heldur var í minna lagi, tí tað tekur slakar seks tímar at sigla hvønn vegin.
Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini sigur hann, at agnið var gamalt, og so var tað tiðna upp einaferð og fryst aftur.
- Hetta komst av, at eg skuldi fara til útróðrar herfyri, men startarin á motorinum gekk fyri, og tí mátti eg seta stamparnar inn aftur í frystigoymsluna, sigur Jack Højgaard.
Hann sigur eisini, at henda dagin á Sandoyarbankanum var hann burtur í eitt samdøgur, og hann ásannar, at tað er strævið hjá einum einsamallum manni.
- Eg fari bara tílíkar langar túrar, tá veðrið er gott, og streymurin er góður. Guð hevur givið mær góða heilsu, og hugurin er góður enn, so eg geri tað, eg havi hug til, sigur Jack Højgaard lítillátin.