80 prosent ímóti ES-limaskapi

Fýra av fimm norðmonnum eru ímóti, at stjórnin í Oslo skal senda umsókn til Bruxelles um limaskap í Evropasamveldinum. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum kanningarstovnurin Sentio hevur gjørt fyri blaðið Nationen.

Í kanningini siga 79,8 prosent av teimum spurdu, at tey eru ímóti norskum limaskapi í ES. 12,6 prosent siga ja. Sentio sigur, at ES hevur ongantíð havt so lítla undirtøku í kanningum, sum stovnurin hevur gjørt.

Nýggja kanningin vísir, at mótstøðan ímóti ES-limaskapi er stór í øllum aldursbólkum, og at bæði á bygd og í bý eru tey flestu ímóti.