Hóast hetta høga talið, ynskja teir mongu blóðbankarnir kring heimin framvegis at fáa fleiri blóðgevar.
Tilgongdin av góðum og lívsneyðugum blóði er enn ikki nóg góð: Veruleikin kring heimin er, at átta av hvørjum tíggju hava ikki atgongd til tryggan blóðflutning.
Til tess at varpa ljós á hetta er 14. juni á hvørjum ári lýstur sum altjóða blóðgevadagur.
Okkurt árið hevur verið gjørt eitt sindur burtur úr hesum degnum her á landi fyri at vísa fólki á, at tey eisini kunnu gera mun.
Teir 1800 føroysku blóðgevarnir lata blóð tilsamans 2000 ferðir um árið.
- Hetta svarar til umleið trý prosent av føroyingunum. Ynskiligt var, at talið kom upp á fimm prosent, verður sagt á heimasíðuni hjá felagnum Blóðgevi.