80 listaverk á framsýning

Árliga varmakelduframsýningin er opin um vikuskiftið. 80 listaverk av ymsum slagi verða sýnd fram

 

Fuglafjørður: Fríggjakvøldið lat listaframsýningin upp í Fuglafirði. Talan er um árligu varmakelduframsýningina, sum verður hildin fyri 32. ferð.

Tað eru fyrst og fremst listarfólk úr Fuglafirði, sum sýna fram á framsýningini, men onkur er eisini aðrastaðni frá.

Millum nøvnini, sum eru við, kunnu nevnast Heðin Kambsdal, Øssur Mohr, Frits Johannesen, Magni á Lakjuni. Jógvan Háfjall og Marjun í Lambanum.

Samanlagt eru 80 listaverk við á framsýningini.

Framsýningin er í fimleikahøllini í skúlanumí Fuglafirði, og hon er opin alt vikuskiftið.