Útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar nú 80 krónur um mánaðin. Gjaldið úr Samhaldsfasta er 2.930 krónur um mánaðin, men Stýrið fyri grunnin hevur avgjørt, at tann 1. Januar skal tað hækka upp í 3.010 krónur um mánaðin.
Í 2013 var eftirlønarútgjaldið 86 prosent av inngjøldunum í 2013 og í ár er væntandi, at tað verður 88 prosent av inngjøldunum. Í 2013 vóru útgoldnar 238,8 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, sum hann eitur
|









