Í sambandi við at Ráðið fyri Ferðslutrygd, og dekkfyritøkurnar Super Dekk og Goodyear Danmark, herfyri skipaði fyri einum dagstúri til Køreteknisk Institut (KTI) í Roskilde, var eisini ein sýning við einum bili við dekkunum, Goodyear RunOnFlat, sum koyrdi á breytini uttan luft í dekkunum.
Tað var stjórin hjá Goodyear í Danmark, Kenneth Saust, ið eisini er Rally-koyrari, sum tappaði luftina úr øllum fýra dekkunum á einum Ford Mondeo fyri síðan at fara út á teknisku breytina at koyra. Hann koyrdi millum keylurnar akkurát sum einki uttan luft í dekkunum.
Bert til góðkendar bilar
Alt fleiri bilar koma nú á marknaðin við RFT-dekkum, (Run Flat Tyre), sum eru gjørd til at kunna koyra eitt strekki upp á minst 80 kilometrar við 80km/t uttan luft. Hesi dekk skulu einans nýtast til bilar, sum eru góðkendir til RFT-dekk
RunOnFlat -dekkini kunnu setast á flest allar vanligar felgur, men tey skulu einans nýtast til bilar, sum eru góðkendir til hesi dekk. Hesir hava eina innbygda elektroniska ávarðingarskipan, sum sigur frá um dekktrýstið fellur. Hetta fyri at ávara bilføraran um t.d. at okkurt av dekkunum missir lufttrýstið, so hann ikki koyrir við meira ferð enn 80 km/t.
Vandin liggur í, at um bilførarin ikki varnast at dekktrýstið ar fallið, kann hann koyra við t.d. 200 km/t á einum motorvegi í longri tíð, og tá kunnu dekkini blíva rættuliga heit og lívshættislig.
RFT-dekkini eru uppbygd annarleiðis enn vanlig dekk, t.d eru dekksíðurnar styrktar við gummi, sum kann bera vektina av bilinum, hóast øll luftin er likin út. Eisini eru dekkini gjørd soleiðis, at tey halda sær á felgunum undir koyring uttan luft.
RFT-dekk eru nú standard á nógvum av kendu bilmerkjunum.