Umleið 80 fólk av indiansku ættini Yanomani eru finnin myrd í Azazon-økinum í Brasil nærhendis markinum við Venesuela, og myndugleikarnir og onnur hava illgruna um, at tað eru gullgravarar, sum hava beint fyri teimum. Sum skilst sluppu bara trý fólk við lívinum.
Tað er bretska kringvarpið BBC, sum ber tíðindini, ið eru frá mannarættindafelagsskapum. Felagsskapirnir krevja, at hópdrápið verður kannað, og at teir seku verða revsaðir.
Yanomani-indianarnir hava leingi kært seg um ágang frá gullgravarum. Tað er ólógligt at grava gull í økinum, men kortini hevur grevsturin vundið nógv upp á seg tey seinastu árini, sigur BBC.