80 føroyskir handverkarar á ráðstevnu í Danmark

XL-Byg hevur bjóðað 80 føroyskum handverkarum á messu í Danmark.

Í næstu viku verður stóra byggiráðstevnan Byggeri'16 hildin í Fredericia. Okkurt um 30.000 fakfólk innan byggivinnuna fara væntandi at leggja leiðina fram við tí, sum verður mett at vera týdningarmesta ráðstevnan innan byggivinnuna í Skandinavia.

 

Millum teir 30.000 luttakararnar vera okkurt um 100 føroyingar. XL-Byg, tað er fyrrverandi Havnar Timburhandil og 2x3, hava bjóðað 80 føroyskum hándverkarum við.

Palle Thomsen, stjóri í Danske Byggecentre, vil vera við, at XL-Byg hevur valt at flúgva føroysku luttakararnar til Fredericia við privatflogfari, men sum in.fo skilir, er tó ikki rætt. Handverkararnir ferðast við Atlantsflog og rinda sjálvur fyri ferðina, vilja keldur hjá in.fo vera við.

 

Tað er síðani 1. januar, at Havnar Timburhandil og 2x3 eru vorðnir partar av handilsketuni XL-Byg. Í hesum sambandi hava báðir handlarnir eisini skift navn og samleika til XL-Byg Tórshavn. 

 

XL-Byg hevur 300 handlar í Norðurlondum og hevur ein umsetning á 8,5 milliardir krónur.