80 flóttafólk helst druknað

Myndugleikarnir í Jemen bera ótta fyri, at næstan 80 flóttafólk eru sjólátin í illveðri úti fyri suðurjemensku strondini. Innanríkisráðið sigur, at flóttafólkini vóru umborð á tveimum smáum bátum, sum holvdust í sjóvarilskuni. 46 fólk vóru í øðrum bátinum og millum 35 og 40 í hinum.

Tey flestu vóru úr Etiopia.

Jemenska sjóverjan hevur sent skip á leiðina, har teir báðir flóttafólkabátarnir holvdust. Tað er ikki heilt greitt, nær vanlukkan hendi, og myndugleikarnir vita heldur ikki, hvar bátarnir løgdu frá landi.