80 føroyingar dystast í telduspæli

Í annaðkvøld fer ein rúgva av føroyingum at dystast í telduspælinum League of Legends.

League of Legends er best umtókta spæl á internetinum við 67 milliónum spælarum um mánaðin. Eisini føroyingar eru ídnir at spæla hetta spælið, og um vikuskiftið verður skipað fyri kapping ímillum føroyingar í hesum spælinum.


Tað er EsportFO, sum er fyriskipari av hesi kappingini, ið fer av bakkastokki fríggjakvøldið kl.18 og heldur á til leygarkvøldið. Vinningar verða latnir teimum bestu spælarunum, nevniliga fimm Razer-mýs við virði á 3000 krónum frá Elding.


Tilsamans 80 føroyingar á 16 ymiskum liðum og í aldrinum 13 til 31 ár fara at spæla við í kappingini. Nógv verður gjørt burturúr, tí finalan leygarkvøldið verður stroymað beinleiðis á esport.fo, og enntá við føroyskum frásøgufólkum.


Um spælið kann stutt sigast, at hetta er eitt sokallað MOBA-telduspæl, sum verður lýst at vera ein torgreidd útgáva av talvi. Fimm spælarar eru á hvørjum liði, sum berjast ímóti hvørjum øðrum í einari Arena. Ein dystur er í umleið 30-45 minuttir.