80 deyð av bilbumbu

Ein sterk bilbumba, sum brast á einum sølutorgi í pakistanska býnum Peshawar í morgun, hevur kravt minst 80 mannalív. Franska AFP-tíðindastovan skrivar, at næstan øll eru sivilfólk. Torgið, har bumban brast, er vanliga fult av fólki, sum keypa mat og klæðir, og soleiðis var eisini í morgun.

Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men pakistanskar keldur halda, at tað var Taliban, sum skipaði fyri.

Álopið var kanska eisini ætlað sum ein ávaring til USA, nú Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, er í Pakistan og tingast við leiðararnar har.