Tað er komið rættiliga væl áleiðis við fyrireikingunum at yvirtaka útlendingamálini til føroyskt málsøki.
Tað upplýsti Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, har hann eisini er formaður.
Hann sigur, at eini 80% av fyrireikingararbeiðinum er liðugt, og er viljin góður, kann tað sum eftir er, avgreiðast skjótt.
- Ein onnur avbjóðing, har ein loysn má finnast, er Schengen. Føroyar eru ikki partur av Schengen, men av tí at danska løgreglan tryggjar marknaðareftirlitið, eru Føroyar innanfyri Schengen øki.
- Tí verður ein uppgáva í samband við yvirtøkuna, at gera avtalu við Schengen-samstarvi um, hvussu vit kunnu virka framyvir.
- Eftir at málsøkið er yvirtøkið, fara føroysku myndugleikarnir at hava endaliga avgerðarmyndugleikan, har teir higartil bert hava verið
Kári P. Højgaard sigur, at arbeitt verður av kraft at loysa henda spurning, lógaruppskotið er gjørt
og liggur nú hjá politisku flokkunum til hoyringar.
- Løgmaður leggur væntandi málið fram, ein av fyrstu døgunum og samgongan hevur fráboðað, at yvirtøkan skal vera næsta ár.
Annars eru 1,5 millión krónur settar av á fíggjarlógini fyri 2013 til útlendingamál.