80 ára gamli Harold Diamond og konan keyptu ein seðil til stóra lottospælið í New York í einum handli í býnum Middletown.
Tá ið tølini vóru drigin, trúðu tey ikki sínum egnu eygum, tí tey høvdu vinnandi tølini. Vinningurin var 326 milliónir dollarar – størsti lottovinningur í New York nakrantíð.
Eftir skatt og avgjøld fær parið útgoldið 820 milliónir krónur. Tey hava nú lagt ætlan um eina ferð til Hawaii, og tey ætla eisini at forkela familjuna og tann lítla býin, tey búgva í.










