Finnbogi Ísakson hevði fylt 80 ár í dag

Í dag eru 80 síðani, at politikarin og tíðindamaðurin Finnbogi Ísakson var føddur

Finnbogi Ísakson var føddur í Klaksvík 7. februar í 1943. Hann var tíðindamaður, rithøvundur og politikari. Sum fjølmiðlamaður var hann kendur úr Útvarpi Føroya, sum blaðstjóri á Tíðindablaðnum, úr Sjónvarpi Føroya og sum blaðstjóri á málgagni Tjóðveldisfloksins, 14. Septemberm eitt skifti.

 

Finnbogi kom tíðliga upp í politikk. Hann varð valdur á ting sum 23 ára gamal í 1966 fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoya valdømi. Hann hevði tá starvast sum tíðindamaður í Útvarpi Føroya í trý ár.

 

Finnbogi varð afturvaldur á ting í 1970, 1974, 1978 og 1980. Hann gjørdist landsstýrismaður í samgonguni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, sum Atli Dam skipaði í januar í 1975. Hann sat sum landsstýrismaður hetta valskeiðið, hóast samgongan helt fram aftan á valið í 1978, so valdi Tjóðveldisflokkurin at skifta báðar landsstýrismenninar út tá.

 

Finnbogi Ísakson stillaði ikki upp á løgtingsvalinum í 1984.

 

##med2##

 

Tá leitaði hann sær aftur í gomlu yrkisleiðina, journalistikkin, og hann var ein av pionerunum í Sjónvarpi Føroya, sum á fyrsta sinni fór at senda í 1984. Hann var ein teirra, sum byrjaði tíðindasendingar í sjónvarpinum, sum fekk navnið Dagur og Vika.

 

Hann gavst sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya í 1988 og leitaði sær aftur í politikkin. Hann stillaði í 1988 upp til fólkatingsvalið sum einsamalt valevni fyri Tjóðveldisflokkin og fekk 4.434 persónligar atkvøður. Tjóðveldisflokkurin gjørdist nummar fýra á fólkatingsvalinum.

 

Á løgtingsvalinum í 1988 stillaði Finnbogi Ísakson uppaftur, hesaferð í Suðurstreymoyar valdømi, men varð ikki valdur. Tá vóru tað kvinnurnar í Tjóðveldi, sum vunnu í høvuðsstaðnum, Jóngerð Purkhús og Karin Kjølbro. Men Finnbogi gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum eitt skifti. Tann samgongan millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýriflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin slitnaði eftir fáar mánaðir. Nýggj samgonga varð skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi. Tá fór Jóngerð Purkhús í landsstýrið, og Finnbogi kom á ting sum varamaður. Hann varð afturvaldur á ting í 1990, 1994 og í 1998, tá hann gjørist løgtingsformaður. Tá Tjóðveldisflokkurin fór í samgongu við Javnaðarflokkin í 1993, gjørdist Finnbogi Ísakson aftur landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

##med3##

 

Finnbogi gavst í politikki í 2002, tá hann ikki stillaði uppaftur.

 

Finnbogi andaðist av sjúku 7. september í 2005, 62 ára gamal.