80 ár síðan fyrsta Toyota

Í ár eru 80 ár liðin síðan Toyota í Japan byrjaði at framleiða bilar. Tað var í 1936 at framleiðslan byrjaði við modell AA. Sama árið skifti verksmiðjan eisini navn frá Toyoda til Toyota.

Toyota, sum í dag er heimsins størsti bilaframleiðari, byrjaði fyri yvir 100 árum síðan sum ein verksmiðja, ið framleiddi vevar til klædnaídnaðin. Stovnarin av Toyota Motor Company var Kiichiro Toyoda, ið saman við pápanum Sakichi Toyoda hevði rikið fyritøkuna Toyoda Spinning & Weawing Ltd., sum m.a. framleiddi Toyoda G-type vevar, ið teir høvdu patent uppá. Fyritøkan eitur í dag Toyota Motor Corporation.