80-90 búeindir í skitsuprojekti

- Væntandi fer tað at bera til at fara undir veruliga byggibúgving, tá vit eru komin nakað fram í 2018, siga tey í Runavíkar kommunu.

Í Runavíkar kommunu hevur nógv verið tosað um leingi ætlaðu útstykkingina, vanliga rópt Blikagøta, sum er í Runavík og Saltangará, og kommunan eigur eitt øki í Leitinum, sum hagin eitur.

 

Nú er nakað fráliðið, síðan Runavíkar kommuna saman við White Arkitektum var partur av norðurlendskari arkitektakapping, har The Eyes of Runavik vórðu teknað inn í júst hetta økið. Runavíkar kommuna og White Arkitektum vunnu triðju heiðurslønina í kappingini, sum varð handað í Keypmannahavn fyri góðum ári síðani.

 

Í Runavíkar kommunu ásanna tey, at komið varð ikki á mál í royndini at fremja verkætlanina - Eygu Runavíkar - í verki, hóast nógv varð lagt fyri.

 

- Síðan heittu vit á arkitektin, Ósbjørn Jacobsen í Syðrugøtu, um at gera eina roynd at tekna eina íbúðarskitsu inn í økið, har væntandi verður rúm fyri 80-90 búeindum, um endaliga verkætlanin fylgir skitsuprosjektinum.

 

Í november mánaða í ár skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Magni Thomsen, EM Ráðgeving Spf., undir sáttmála um projektering, fakeftirlit og byggileiðslu, nú farið verður undir at gera økið omanfyri Blikagøtu - í Leitinum - klárt til útstykkingar við Magna Thomsen sum projekteringsleiðara.

 

- Væntandi fer tað at bera til at fara undir veruliga byggibúgving í hesum øki, tá vit eru komin nakað fram í 2018, vita tey í Runavíkar kommunu at siga.