80.000 kr. til ÍSB

Seinasta 13 mánaðar skeiðið hevur stuðlafelagið hjá ÍSB savnað ikki færri enn 182.000 kr.

 

Stuðlafelag


Í ár eru 15 ár síðani, at stuðlafelagið hjá ÍSB varð stovnað.

Øll hesi árini hevur stuðlafelagið havt bingo hvørt týskvøld. Esiini um summarið hevur hetta verið gjørt, og einki er at siga til, at hetta hevur verið ein sera stórur stuðul hjá ÍSB.

Stuðulsfelagið hevði aðalfund sunnudagin, og tá fekst eisini sjón fyri søgn, at áhaldni og treiskni hjá stuðlafelagnum so avgjørt eisini hevur givið úrslit. Á aðalfundinum fekk ÍSB nevnliga handað ein kekk áljóðandi 80.000 kr. Hetta er triðja ferðin innan eitt 13 mánaðar langt tíðarskeið, at ÍSB fær handað kekk frá stuðulsfelagnum. Í mei mánaði í fjør vórðu lætnar 72 tkr., meðan talan í november var um 30 tkr. Sostatt hevur ÍSB hetta seinasta 13 mánaðar langa tíðarskeiðið fingið ikki minni enn 182 túsund krónur frá stuðulsfelagnum.

Einki er at taka seg aftur í, at hetta er ein sera kærkomin gáva hjá sambandinum, tí útreiðslurnar eru nógvar í tali. Limirnir hjá ÍSB eru nógvir í talið, og umframt tey mongu, sum íðka svimjing, boccia og fleiri greinar innan frælsan ítrótt, so eru sjálvandi eisini nøkur, sum íðka kappingarítrótt á elitustøði, og hesi hava ferð eftir ferð tikið heiðursmerki heim við til Føroyar. Umframt tey íðkandi, hevur ÍSB eisini ein ráðgeva í føstum starvi.

Útreiðslurnar eru sostatt nógvar í tali, og lítið er tí at ivast í, at stuðulin kemur væl við hjá sersambandinum.