8 vinnustykkir á Ovara Hjalla til sølu

Tórshavnar kommuna boðar frá, at 8 vinnustykkir á Ovara Hjalla eru til sølu

Talan er vinnustykkir, ið liggja í B4 øki í 3. Grundumráði í almennu byggisamtyktini, og eru ætlað til vinnuvirki, verksmiðjur og tílíkt, og til tænastuvirksemi, ið hevur hevur samband við hesi. Ætlaða virksemið skal kunna flokkast í umhvørvisflokki 2 til 4 sambært reglum hjá Tórshavnar kommunu. Støddin á stykkjunum er frá 2.008 til 4.852 fermetrar.

 

Nærri upplýsingar um, hvussu ein kann keypa eitt stykki og hvørjar treytir eru galdandi sæst á heimasíðuni hjá kommununi her:

 

Søk um vinnustykki