8 til 13 stig alla vikuna

Eitt hátrýst liggur komandi dagarnar nærindis Føroyum og gevur støðugt og róligt veður.

 

Í dag og í nátt verður fleyr til gul av eystri ella ymsum ættum, 2 til 6 m/s. Framvegis turt og onkrir sólglottar, men um náttina fyri tað mesta skýggjað. Hitin millum 8 og 11 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin, fríggjadagin, leygardagin, sunnudagin og mánadagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Framvegis turt og sólglottar, men tíðum skýggjað ella mjørki í støðum. Hitin millum 8 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.